Skeiðir

Fyrstahjálp.fo veitir frálæru á flestu økjum, tá umræður fyrstuhjálp.

 

Her er eitt yvirlit yvir nøkur av skeiðunum, sum Fyrstahjálp.fo veitir:

 

  • Ferðslutengd fyrstahjálp
  • Fyrstahjálp fyri avvarandi av børnum
  • Fyrstahjálp á arbeiðsplássinum
  • Lívbjarging við hjartastartara
  • Sálarlig fyrstahjálp
  • Og fleiri onnur..

Um talan er um fyritøkur ella størri bólkar, so kunnu vit koma út til tykkum at undirvísa - kring alt landið.

 

Set teg í samband við okkum, so kunnu vit snikka røttu frálæruna saman til tín!