Fyrstahjálp á arbeiðsplássinum

Fyrstahjálp.fo bjóðar nú eitt skeið, sum er serliga ætlað føroyskum virkjum og stovnum. Fyrstuhjálparskeiðið tekur umleið ein hálvan arbeiðsdag, og tit velja um vit skulu koma út á fyritøkuna at undirvísa ella vit halda skeiðið í okkara hølum á R. C. Effersøes Gøtu 17 í Tórshavn.

 

Luttakarar á skeiðnum læra tey mest týðandi og grundleggjandi hugtøkini og praktisku stigini innan fyrstuhjálp, og skulu aftan á lokið skeið vera væl fyri at veita lívbjargandi og aðra kritiska fyrstuhjálp um neyðugt.

 

Innihaldið í skeiðinum:

  • Hjarta-lunga-bjarging og hjartastartari
  • Tey fýra høvuðspuntini
  • Lívsfarlig bløðing
  • Brot á armar og bein
  • Skaðar á nakka og rygg
  • Burturtøka av fremmandalikamum

Skeiðið varðar í 4 tímar.

 

Melda til her.